Førleikamenning eigur at vera ein týðandi partur hjá teimum, sum undirvísa um trygd á sjónum. Tí varð gjørt av at søkja um stuðul úr grunninum, sum oljufeløgini settu av til hetta endamál.
Hetta siga tey á Trygdarmiðstøðini í Klaksvík, sum hava søkt oljufelagið, BP, um stuðul til førleikamenning av starvsfólkunum.
- Feløg, sum eitt nú BP, taka trygdina í stórum álvara og eru vanliga væl frammanfyri aðrar vinnur, tá um trygdina ræður, sigur Dánjal Jákup Meinertsson, skeiðleiðari.
Umsókn varð send BP, sum játtaði allar tær 255 túsund, ið søkt varð um. Stuðulin skal nýtast til skeið her heima og uttanlands.
Talan er um instruktørskeið í fyrstuhjálp, eldsløkking, trygd og bjarging á sjónum. Skeiðini verða hildin í Føroyum, Danmark, Onglandi, Noregi og møguliga eisini í Hálandi.
Fríggjadagin í seinastu viku var Torstein Vange Hansen frá Beredskabsstyrelsen í Danmark, á Trygdarmiðstøðini og hevði instruktørskeið í eldsløkking við starvsfólkunum.
Á Trygdarmiðstøðini eru teir sera fegnir um stuðulin, sum BP hevur játtað teimum.
Dánjal Jákup sigur, at útgerð er umráðandi, men tilvitan og hugburður er grundarlagið undir trygdini. Her er útbúgving og venjing av alstórum týdningi.
Munadygt sløkkiamboð
Við góðum samstarvi og vælvild frá reiðarínum, Christiani í Grótinum, er fingin til vega ein IFEX 3000 eldsløkkjari.
Hetta er rættiliga nýtt amboð til eldsløkking og tað fyrsta av sínum slagi í Føroyum.
Umframt vatn sum sløkkievni, kann IFEX-pistólin eisini nýta
skúm og pulvur.
Tað eru fleiri stórir fyrimunir við einum slíkum amboði.
IFEX sprænir vatn inn við høgum trýsti, soleiðis at tað gerst til eina ógvuliga fína vatntoku sum dampar í stundini, men sløkkir eld sera effektivt. Av tí, at vatnmongdin er so lítil, slepst undan stórvegis vatnskaða.
Vatnpistólin er long og tunn, og tí slepst betur til, har trongligt.
er.
Trygdarmiðstøðin er stovnur undir Fiskimálaráðnum, og er tí bundin at tí játtan, sum fæst hiðani.
- Størsti denturin hevur verið lagdur á at fáa bíðilistan til trygdarskeið burtur, og at gera undirvísingarumstøðurnar og karmarnar so góðar sum gjørligt.
- Ein stórur partur av fíggjarorkuni hevur verið brúktur til útgerð; tí eru vit sera fegnir um stuðulin, sum BP játtaði okkum, siga teir á Trygdarmiðstøðini.