BP-stjórin fer frá

Forstjórin í bretska oljufelagnum British Petroleum, Tony Hayward, fer úr starvinum um nakrar fáar dagar. Tað skrivar blaðið Sunday Telegraph í dag. Tony Hayward hevur verið fyri nógvum atfinningum í seinastuni, tí fleiri halda, at hann hevur dugað illa at handfara óhappið í Meksikoflógvanum.

Harafturat er BP lagt undir at hava lagt trýst á bretsku myndugleikarnar fyri at fáa teir at útflýggja Lockerbie-bumbumannin Abdel Basset al-Megrahi til Libya, tí á tann hátt kundi felagið fáa fleiri leitirættindi í Libya.

Sambært Sunday Telegraph fer Tony Hayward at kunngera avgerð sína um at fara frá, tá BP fer at leggja fram roknskapin fyri fyrra hálvár í ár. Tað verður týsdagin.