Amerikanarar eru í øðini inn á bretska oljufelagið BP, nú tað er komið fram, at felagið slepti einari týðandi eftirlitskanning í oljubrunninum undir pallinum Deepwater Horizon, haðani olja rennur úr í Meksikoflógvan.
Blaðið New Orleanc Time-Picayune skrivar, at BP bað felagið Schlumberger kanna sementtryggingina í brunninum, men at oljufelagið sendi kanningarmenninar til hús, uttan at royndin bleiv gjørd. Ellivu tímar seinni sprongdist Deepeater Horizon og sakk.
Amerikanska blaðið skrivar, at kanningarmenninir vóru til reiðar at fara undir kanningina tann 18. apríl, og at teir stóðu tilbúnir til tann 20. Kortini fingu teir ongantíð boð um at gera kanningina, men vórðu ístaðin sendir til lands við tylru.
Tað váttar talsmaðurin hjá Schlumberger, Stephen T. Harris, fyri blaðnum.