Bretska oljufelagið BP, sum er í stórum trupulleikum orsakað av óhappinum í Meksikoflógvanum, hevur fingið loyvi at bora eftir olju í Chukchi-havinum millum Alaska og Russland. Tað skrivar eitt amerikanskt tíðarrit.
Sambært tíðarritinum hava amerikonsku myndugleikarnir givið BP og Shell loyvi til ellivu royndarboringar har.
Amerikanska tíðarritið veit at siga, at BP ætlar sær at bora nærhendis einari lítlari oyggj, tí kanningar hava víst, at meiri enn 100 milliónir tunnur av olju kunnu vera undir havbotninum við oynna.
Fleiri amerikanskir umhvørvisverndarfelagsskapir hava mótmælt, at BP og Shell sleppa at bora eftir olju í tí arktiska økinum. Felagsskapirnir siga, at eitt óhapp sum tað hjá BP í Meksikoflógvanum hevði fingið sera álvarssamar avleiðingar, um tað hendi í arktiskum øki.