BP rakti ikki við kolvetni

BP boraði niður á 3.351 metrar BP leitibrunnur 6005/13-1A er nú liðugt boraður sigur BP í tíðindskrivi

BP váttar við hesum, at boringin av leitibrunninum William er steðgað. Steðgað varð, tá komið var niður á høvuðsmálið (primary target), sum var 3.351 metrar undir havyvirflatuni. Rakt var ikki við kolvetni í brunninum.

William brunnurin varð boraður á 743 metra havdýpi, 60 sjómíl í ein landsýnning úr Føroyum, av boripallinum Transocean Rather. Transocean Rather verður nú fluttur úr føroyskum sjóøki.

Leitiboringin, sum nú er framd, nøktar treytirnar í leitiloyvinum, og eru oljufeløgini nú loyst frá allari ábyrgd og skyldum í sambandi við William brunnin.

Oljufeløgini vilja nú meta um upplýsingarnar frá brunninum, áðrenn støða verður tikin til, hvat víðari hendir við leitiloyvi 007.

Viðmerkingar:

William brunnurin er borðaður á basaltøki í leitiloyvi 007.

Oljufeløgini, ið luttóku í boringini í leitiloyvi 007 eru: BP (50%), Shell (25%) og Anadarko (25%). Anadarko var við, sum borin luttakari.