Ongastaðni í heiminum minkar oljuframleiðslan so skjótt sum í Noregi. Eina ferð var landið sættistørsti oljuframleiðari í heiminum, men í dag er tað dottið niður á 13. pláss. Tað vísa tøl hjá British Petroleum.
Benjamin Kloos, ið starvast sum serfrøðingur hjá BP, sigur við norska blaðið Dagens Næringsliv, at við verandi gongd steðgar norska oljuframleiðslan um góð átta ár. Tað verður gongdin, um norðmenn ikki finna nýggjar leiðir, og um teir halda fram við at framleiða 2,1 milliónir tunnur um dagin, sigur Benjamin Kloos.
Hjá norska oljufelagnum Statoil hava tey betri vónir um framtíðina. Ein talsmaður sigur, at tey rokna við at finna nýggjar leiðir, samstundis sum nýggj tøkni fer at økja framleiðsluna.