Ringu úrslitini frá fyrstu boringini hjá BP á landgrunninum gjørdu, at felagið varð ikki við at bjóða uppá nýggj leitiøki í 2. útbjóðing. Hvussu verður í 3. útbjóðing?
Tim Goodwin: -Eg rokni ikki við, at vit vera við í 3. útbjóðing, tó at eg ikki her og nú kann siga tað við vissu. Vit noyðast at gera okkara metingar út frá okkara uppgávum í heimshøpi og við negativu gongdini í føroyska økinum í bakhøvdinum verður torført at sannføra tey, sum sita á pengakassunum, um at brúka fleiri pengar her í hesum partinum av heiminum, sum er tengdur at so stórum váða.
-Nú er Atlantsmótið framvegis eitt highrisk øki. Men BP hevur fleiri stórar oljukeldur í framleiðslu vestan fyri Hetland. Hvønn týdning hevur hesin parturin av Atlantsmótinum fyri Bretland?
-Okkara oljukeldur vestan fyri Hetland, Foinaven, Schiehallion og Clair standa í dag fyri einum stórum parti av okkara samlaðu oljuframleiðslu. Møgulig oljufund í føroyskum øki kunnu bara vera við til at økja um okkara samlaða virksemi á Atlantsmótinum.
BP fer at bora tríggjar brunnar á Atlantsmótinum í 2007. Tveir leitibrunnar nærhendis verandi oljukeldum í bretskum øki og ein í Føroyum. Í løtuni verður eisini mett um, hvat BP fer at fyritaka sær í 2008.
Aðrar útbyggingar fyri framman
Tað eru annars gjørd fleiri fund vestan fyri Hetland, har endalig støðan enn ikki er til til framleiðslu. Nøkur herfyri gjørdi BP eitt slíkt fund beint við markið kallað Suilven. Tim Goodwin sigur, at her er serliga talan um gass, og soleingi eingin avgerð er tikin um eitt undirstøðukervi í hesum økinum, verður helst bíðað við at útbyggja Suilven.
-Um so er at onnur oljufeløg, sum hava funnið gass vestsan fyri Hetland, eitt nú Total við Laggan fundinum, fara at byggja út felt og gera íløgur í gassleiðing til lands, kann hetta skunda undir ætlaninar hjá BP at útbyggja eitt nú Suilvenfeltið skamt frá føroyska markinum?
-Einhvør útbygging av infrastrukturinum vestan fyri Hetland hevur okkara áhuga.
At tað kunnu ganga nógv ár frá tí at fund verður gjørt, til farið verður undir framleiðslu er risastóra oljufeltið Clair vestan fyri Hetland eitt dømi um. Tað varð funnið í 1977, men ikki fyrr enn fyri góðum ári síðani var tøknin so nógv ment, at tað var lønandi hjá BP at fara undir at byggja út ein part av feltinum. Tim Goodwin sigur, at tey í løtuni bora avmarkingarbrunnar fyri at kunna fara undir enn eina útbygging av hesi stóru oljukeldu, ein tann størsta bretar eiga. Úrslitið av hesum boringum síggja positiv út, og tað kundi bent á, at 2. útbygging av Clair kann fara í gongd í næstu framtíð. Og eftir tað stendur so uppaftur ein nýggj útbygging fyri framman, tann triðja ella sum bretar kalla hana 3. phase development of Clair.
Við hesum fer Atlantsmótið at fylla munandi meira í samlaðu framleiðsluni hjá BP. Og skuldi tað hent, sum Tim Goodwin og hansara fólk vóna, at felagið rakar við kolvetni í Williambrunninum í 2007, so kann Atlantsmótið herí eisini føroyaøkið gerast ein alsamt meira týðandi partur av virkseminum hjá BP.