Oluleiting
Talan er um boriskipið West Navion, sum í løtuni borar hinumegin markið. Avtalan, sum er uppá 3 mill. pund ella einar 37 mill. kr. er fyri at bora ein brunn. Samtíðis er gjørd optión fyri enn einum brunni. Hetta verður so tann brunnurin,. Sum BP og Shell fara at bora beint hinumegin markið í bretskum øki. BP vónar at kunna finna olju báðumegin markið í heyst og so fara undir at útvikla tveir felt í senn, eitt á føroyskum øki og eitt á bretskum.
Sosialurin skilur, at West Navion verður tøkt til føroysku boringina í august. At skipið er stætt í grannalagnum, har tað borar fyri Conoco og BP í løtuni, kann so hava við sær ? um so er at boringin har gongur væl ? at skipið kann koma í føroyskt øki skjótari og fyrr enn mett. Upprunaliga ætlanin hjá BP var annars at bora um ólavsøkumundið. Nú fáa vit so at síggja, um tann møguleikin stingur seg upp. Bæði hjá BP og hjá Smedvig eru tey væl nøgd við nýggju avtaluna.
Hjá hinum operatørinum, Statoil siga tey, at har gongur alt sum ætlað. Boripallurin Sovereign Explorer er eisini í grannalagnum, har borar í Írlandi. Hann kemur so helst í føroyskan sjógv umleið miðjan juni ella stutt eftir tað. Gongst sum ætlað tekur Amerada Hess yvir tann pallin í september. Hetta merkir, at tær tríggjar boringarnar í ár verða lidnar í seinnu helvt av oktober ella í byrjan av november.