Tað eydnaðist í kvøld BP at steðga oljulekanum í Meksikoflógvanum við at loka nakrar ventilar, sum eru settir oman á brunnin. Kent Wellis, stjóri, sigur við fjølmiðlarnar, at felagið er fegið um, at eingin olja rennur út í sjógvin nú, men hann ávarar samstundis um, at enn eru ikki allar súður syftar.
Teknikarar hjá BP hava lokað teir tríggjar ventilarnar, ið eru á einari trakt, sum er sett oman yvir brunnin. Klokkan hálvgum níggju í kvøld okkara tíð var tann seinasti ventilurin latin aftur, og nú verður bíðað eftir, um tað er rætt, ella um brunnurin fer at leka aftur.
Lekin í Meksikoflógvanum byrjaði, tá boripallurin Deepwater Horizon sprongdist og sakk tann 22. apríl.