Oljufelagið British Petroleum kunngjørdi í dag, at felagið hevur gjørt týðandi framstig í royndini at steðga oljulekanum niðri á botni í Meksikoflógvanum. Forstjórin í BP, Tony Hayward, sigur við bretska kringvarpið BBC, at felagið hevur lagt ein kappa oman yvir brunnin, og frá honum kann felagið leiða 10.000 tunnur av olju um dagin upp í vatnskorpuna, har oljan verður viðgjørd.
Spurdur, hvussu stórum parti av lekanum felagið nú hevur tamarhald á, sigur Tony Hayward, at tað er eitt sindur torført at siga, men at talan helst er um nógv tað mesta av oljuni, sum kemur upp úr brunninum.
Ein talsmaður fyri amerikonsku sjóverjuna váttar, at BP hevur gjørt stór framstig í arbeiðinum at fáa tamarhald á lekanum, men hann sigur kortini, at enn er ov tíðliga at siga, at trupulleikarnir eru loystir.