Hjarnar Djurhuus, føroyski umboðsmaðurin hjá BP, sigur við Portalin, at alt gongur sum tað skal. Tað hevur í longri tíð verið arbeitt við at fyrireika boringina. Her skal nógv fáast uppá pláss eitt nú endalig boriumsókn latast Jarðfeingi. Síðani eru tað teir mongu sáttmálarnir, sum skulu gerast við undirveitarar. Høvuðsveitarin er borifelagið Transocean, ein gamal kenningur á Føroyaøkinum, men sum nú kemur inn á landgrunnin við einum sera framkomnum boripalli, nevniliga Transocean Rather. Pallurin arbeiðir í løtuni fyri Chevron, Statoil, Dong og OMV beint hinumegin markið. Hjarnar Djurhuus vónar, at teir fáa pallin sum ætlað í juli, hóast ringt veður hevur tarnað boring. Sett er út í kortið, at hol skal setast á Williamleiðina í juli. Hon liggur eitt sindur longur syðri og vestari enn Brugdubrunnurin, sum Statoilsamtak boraði í summar. Hildið verður at William økið hevur fyrimunir framum turru Brugduleiðina. At m.a. jarðfrøðin er betri háttað.
Umframt borisáttmálan er eisini sáttmáli við veitingarhavnina í Runavík. Í løtuni verða so lýsingar at koyra í føroysku bløðini gjørdar fyri hinar stóru sáttmálarnar, ið m.a fevna um logistikk, trygd, proviant o.a. –Vit vóna sjálvandi, at føroyskar fyritøkur fáa lut í hesum, men tær mugu so vera kappingarførar sigur Hjarnar Djurhuus. Ætlanin er, at sjálv boringin skal stýrast úr Føroyum. Eins og við fyrstu boringini nøkur ár herfyri so fer ein bólkur av oljufólki at vera til arbeiðis í bygninginum Yviri við Strond. Hetta verður tá tíðin nærkast.
Í seinastuni hevur verið tosað um týdningin longu nú at fyrireika ein oljugrunn oa. í sambandi við komandi oljufund. Hjarnar Djurhuus heldur, at vit eiga sjálvandi at fyrireika okkum væl til eina møguliga komandi oljuframtíð, men vísir samtíðis á, at tað er eitt sindur trupult at skula býta nakað, sum man ikki hevur fingið fatur á. –Vit hava nokk av tíð til at fáa hetta uppá pláss. Vit gloyma oftani eisini, at Føroyar í veruleikanum eru eitt minni kompliserað land enn tey stóru londini. Fyrimunurin við einum lítlum landi sum Føroyar er, at vil man arbeiða skjótt, so kann man tað.