BP: -Eingin leki at síggja

Alt bendir á, at BP hevur havt eydnuna við sær við at tetta oljulekan á botni í Meksikoflógvanum. Sambært einum av teimum ovastu leiðarunum í felagnum er eingin olja runnin út í sjógvin teir seinastu 24 tímarnar.

-Vit hava ikki sæð nakað tekin til, at olja ella gass lekur úr brunninum, sigur Kent Wells, sum er varastjóri í British Petroleum.

Fleiri fjarstýrd myndatól halda eygað við brunninum, og har er hvørki olja ella gass at síggja á nakrari mynd, skrivar Reuters.

Tað var hóskvøldið, at BP kunngjørdi, lekin var tettur, men felagið gjørdi samstundis vart við, at enn bar ikki til at siga við vissu, at trupulleikin var loystur. Ta vissuna væntaði felagið at fáa teir næstu 48 tímarnar, og heldur tað, koma tey endaligu boðini frá felagnum í kvøld.