BP boring útsett til september

Oljufelagið BP lat í farnu viku Jarðfeingi umsókn um boriloyvi á landgrunninum í summar. Vegna seinking í boring hinumegin markið er boringin hjá BP útsett til í september

Eitt av heimsins størstu oljufeløgum, BP lat í vikuni føroysku oljumyndugleikunum Jarðfeingi endaligu umsókina um at bora á landgrunninum í summar. Tað var stjórin sjálvur, Hjarnar Djurhuus, sum handaði Jarðfeingi umsóknina. Slík umsókn skal latast myndugleikunum ummleið tríggjar mánaðir, áðrenn sett verður á at bora.

 

Talan er um at bora Williambrunnin inni á basaltinum í summar. Samtíðis sum umsóknin varð latin inn, hevur BP fingið at vita frá boripallfelagnum Transocean, at boripallurin Transocean Rather ikki verður klárur til boriuppgávuna á føroyskum øki fyrr enn einaferð í september. Orsøkin er tann, at boripallurin er vorðin seinkaður nakað, nú hann borar fyri Chevron hinumegin markið. Tað hevur verið gitt, at boringin fór at verða úsett, nú veður hevur tarnað arbeiðinum á Rosebankøkinum nógv. Eisini hevur verið gitt út frá verandi støðuni, at boringin fór kanska at verða útsett til í næsta ár. Ta avgerðina mugu vit so bíða við at frætta um, tí enn er so ætlanin at bora í september.

 

Í løtuni er boripallurin í ferð við at bora annan av trimum brunnum fyri Chevron. Ætlanin var annars, at BP skuldi seta borin í einaferð í juli. Hjarnar Djurhuus sigur við Sosialin, at teir vóna at kunna seta á í september. Í løtuni verður arbeitt við at fáa avtalur í lag við undirveitarar, her ikki minst føroyskar.

 

Umframt BP eru Shell og Anadarko partur av hesi boriætlanini. Hetta verður so aðru ferð, at tað verður sett á basaltið inni á landgrunninum. Fyrstu ferð varð í fjør tá eitt samtak við Statoil sum fyristøðufelag boraði Brugduna. Úrslitið av tí boringini var, at eingin olja varð funnin, men stór tøknilig framstig vórðu gjørd. Williambrunnurin er eitt úrslit av tveimum brunnum, sum BP og Shell høvdu bundið seg til at bora í landssynningshorninum av landgrunninum, men sum feløgini heldur ynsktu at flyta inn á basaltið. Og endin á tí varð, at BP og Shell saman við Anadarko peikaðu út eitt egnað stað á loyvinum hjá Anadarko og her bora ein brunn, sum er mettur at kosta eins nógv og tveir brunnar í tí sokallaða ”Gullhorninum”.