BP borar møguliga í oktober

Tað gongur væl at bora hjá Transocean Rather hinumegin markið, og møguliga fær BP pallin at bora Williambrunnin á landgrunninum í oktober

Mynd

 

Transocean Rather, boripallurin, sum fer at bora fyri BP í oktober

 

 

 

 

 

 

 

 

Tað hevur ljóðað, at BP fer ikki at bora Williambrunnin á landgrunninum fyrr enn í november. Eftir ætlanini skuldi boringin byrja í juli, men av tí, at boripallurin, sum bora skal Williambrunnin, verður brúktur til týðandi boriuppgávu hinumegin markið, og henda hevur verið seinkað, so hevur verið mett, at BP boringin fór at verða nógv seinkað. Nevnt hevur verið, at BP møguliga ikki fór at bora fyrr enn í næsta ár.

 

Sosialurin skilur nú, at BP, um alt gongur sum ætlað, fer at seta borin í undirgrundina í oktober. Hjarnar Djurhuus, stjóri hjá BP í Føroyum sigur, at teir hava eina vón um, at tað skal fara at bera til at byrja hesa spennandi boringina um einar tveir mánaðir. Hann leggur tó dent á, at gongur alt ikki sum ætlað hinumegin markið, so mugu teir brynja seg við toli til í november. Men ætlanin er so ikki at útseta nakra boring til í næsta ár.

 

BP hevur saman við Shell og Anadarko lagt nógva orku í at kunna fáa hesa boringina av bakkastokki í hesum árinum. Fundir hava verið við Jarðfeingi og við ymsar veitarar, og gongur tað eftir ætlan.