Í morgin 22. desember eru júst tveir mánaðir farnir, síðani oljufelagið BP setti hol á føroysku undirgrundina. Enn er einki likið út um nakað úrslit. BP hevur lagt lok á. Hjarnar Djurhuus, stjóri hjá BP sigur við Portalin, at boringin er ?tight hole? tvs. at eingir upplýsingar verða latnir almenninginum enn um úrslitið higartil. Hann váttar tó, at tað hevur gingið hampuliga væl at bora, tó at veðrið til tíðir hevur tarnað boringini. Men nú hevur verið gott veður í eina tíð og borað verður bæði á jólum og á nýggjárinum og víðari út í januar mánað. Undan boringini varð sagt, at boringin fór at taka góðar tríggjar mánaðir. Orsakað av veðrinum fer boringin tí helst at vara til út í februar mánað 2008. Hetta merkir eisini, at oljufeløgini, sum ætla sær at vera við í eini 3. útbjóðing við Føroyar, helst fara at kenna úrslitið av BP boringini, áðrenn útbjóðingin verður latin upp til várs ella komandi summar. Hon er útsett orsakað av, at val varð úrskrivað.
Seinast Portalurin tosaði við BP fyri umleið einum mánað síðani høvdu teir borað umleið 1800 metrar av teimum 4750 metrunum, sum er samlaða borilongdin. Tá varð eisini mett, at felagið fór helst at røkka tí fyrsta málinum í boringini um jóltíðir. Men hjá BP fáa vit bert eina viðmerking, og hon er, at BP ikki letur upplýsingar út í løtuni. Tvs. at vit vita ikki, um borurin hevur troffið við tær so nógv umrøddu basaltfláirnar og harvið heldur ikki, hvussu tjúkkar hesar eru ella um ókend basaltinnskot kunnu hava tarnað boringini.
Umframt BP eru oljufeløgini Shell, Anadarko og Faroe Petroleum við í boringini á Williamleiðini. Boringin er mett at kosta knappa hálva milliard krónur.










