Jan Müller
Seinnapartin í gjár lat eitt av heimsins størstu oljufeløgum upp skrivstovu í Havn. Talan er um BP Amoco, sum longu hevur boðað frá, at tað verður við í leitingini eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum. Samtíðis sum felagið lat upp skrivstovuna á Skansavegi, eitt hanagleiv frá Kongabrúnni, legði oljuhjálparskipið ?Grampian Frontier? at bryggju í Havn. Skipið, sum røkir arbeiðsuppgávur á Foinaven oljufeltinum skamt frá føroyska markinum, er komið til Føroya fyri at skifta manning. BP Amoco leigaði Atlantsflog til upplatingina av skrivstovuni, og komu ikki færri enn 33 oljufólk við flogfarinum til Føroya. 26 av teimum er nýggj manning til Grampian Frontier. Hini BP Amoco umboðini komu til hátíðarhaldið í sambandi við upplatingina av skrivstovuni.
Ikki færri enn tveir landsstýrismenn vórðu við til upplatingina, Eyðun Elttør, oljumálaráðharri og Finnbogi Arge, vinnumálaráðharri. Millum hini innbodnu var eisini býráðsformaðurin í Havn, sum heilsaði oljuvinnuni vælkomnari í høvuðstaðnum.
Peter Rattey, sum stendur á odda fyri allari oljuleiting á Atlantsmótinum, beyð vælkomin og fegnaðist um nýggjastu skrivstovuni hjá BP Amoco. Hann segði seg hava verið á nógvum oljuskrivstovum kring knøttin, men mátti viðganga, at hetta var ein tann hugnaligsta í einum einastandandi umhvørvi við útsýni yvir Tinganes og eystaru vág.
BP stjórin segði, at felagið var komið til Føroya fyri at verða verandi. Hann metti møguleikan at finna olju sera góðan, og legði dent á, at BP Amoco ætlar sær at satsa høgt við Føroyar. -Vit koma við einum sera góðum tilboði, og rokna tí eisini við at fáa nakrar góðar teigar. Um so verður fara vit at bora longu í ár 2001 og miðja vit móti at finna olju innan árslok sama árið.
Hann takkaði føroyska umboðsmanninum Hjarnari Djurhuus fyri at hava verið við til at leggja lunnar undir skrivstovuna og arbeiðið hjá felagnum í Føroyum.
Peter Rattey duldi ikki fyri, at BP Amoco prioriterar Føroyaøkið høgt. -Hetta økið og henda skrivstovan markera eina nýggja byrjan hjá felag okkara, og vit fara at gera tað vit eru mentir fyri at kunna gagna føroyska samfelagnum í tí komandi útviklinginum.