Petur Háberg
petur@sosialurin.fo
Boysarnir høvdu fingið litið upp í hendi at framføra á stóra pallinum niðri við sandin. Og hetta megnaðu teir til fulnar.
Skína av spæligleði
Hóast talan ikki var um mest neyvu framførsluna, so vóru dreingirnir ein frøi at hoyra og síggja. Tað er torført ikki at smílast, tá ið tú sært spæligleðina og yvirskotið, sum skínur av Boys in a Band, meðan teir varpa út orkumiklar tónar.
Torført er at finna ein betri frontfigur enn Pætur Zachariassen. Hann dugdi væl at tosa við fólkið og var samstundis eisini sera stuttligur. Millum annað hótti hann við, at um ikki varð gjørt, sum hann segði, so fór veðrið ikki at verða gott dagin eftir.
Tað sær út til, at boysarnir hava fingið ein umfatandi fjepparaskara, tí allatíðina var lív í framman fyri pallin.