Ein av fremstu føroysku rockbólkunum í nýggjari tíð hevur nú gjørt comeback, og teir verða at hoyra á Summar Festivalinum.
Tað var ein stór løta fyri føroyskan rocktónleik og fyri bólkin Boys In A Band, tá ið teir í 2007 vunnu altjóða tónleikakappingina Global Battle of the Bands. Í kapping við fleiri enn 3.000 bólkar úr øllum heiminum vunnu Boys In A Band altjóða finaluna hetta árið. Vinningurin var 100.000 dollarar og ein konsertferð.
Seinnu árini hava Boys In A Band ikki spælt nakað serligt saman, men nú hava teir gjørt comeback. Tað byrjaði við eini framførslu í Týsklandi, men teir hava eisini verið á føroyskum palli í summar.
Nú er tíðin so komin, at Boys In A Band fara á pallin á Summar Festivalinum, sum verður hildin næsta vikuskiftið.









