Aftur í ár vitja Boys In A Band GBOB-kappingina ? hesa ferð sum gestir, eftir at teir í fjør gjørdust vinnarar av altjóða kappingini. Dreingirnir eru júst aftur komnir av einum sera eydnuríkum túri í Íslandi, har teir spældu á høvuðspallinum av Airwaves Festivalinum, har teir fingu sera góð ummæli.
GBOB er størsta kappingin av sínum slagi í heiminum. Kappast verður í meira enn 30 londum, har ein bólkur úr hvørjum landi sleppur víðari til heimsfinaluna, sum aftur í ár verður í London í desember mánaða. Høvuðsvinningurin í finaluni er 100.000 dollarar kontant.
Í 2007 vunnu Boys In A Band fyrst føroysku tjóðarfinaluna og síðani eydnaðist teimum at vinna 1. plássið og 100.000 dollarar í heimsfinaluni.
Føroysku umførini í GBOB 2008 verða dag um dag í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Innleiðandi umfar fríggjadagin 31. oktober og Tjóðarfinala leygardagin 1. november. Heimsfinalan verður í London Scala 14. og 15. desember.
GBOB Challenge hevur sum endamál at finna verulig talent og fáa tey fram í ljósið. GBOB leggur ongar sáttmála-bindingar á luttakandi bólkarnar og øll kunnu vera við, bæði amatørar og professionel, eins og einki aldursmark er fyri luttøku. Einastu formellu krøvini eru, at talan er um ein bólk (minst tveir persónar), at bólkurin spælir tónleikin sjálvur, at tað ikki er tøkuløg og at bólkurin rindar luttøkugjaldið á 170 kr. pr. lim í bólkinum.
Atgongumerki til GBOB fáast nú í forsølu í Vodafone handlunum fyri 225 kr fyri báðar dagarnar (annars kostar tað 100 fyri fríggjadag og 200 fyri leygardag).










