Boys in a Band í studio í London

Boys in a Band eru í løtuni í London, har teir taka sína fyrstu fløgu upp. Teir skulu vera í studio í tríggjar vikur saman við mæta produsaranum Ken Thomas, sum millum mangt annað hevur gjørt Sigur Rós, Dave Gahan (Depeche Mode) og Suede Hann hevur eisini fyrr arbeitt við nøvnum sum David Bowie, The Sugarcubes, Queen og Ringo Starr. Fløgan hjá Boys in a Band saman við Ken Thomas kemur væntandi út í Apríl.

Áðrenn fløgan kemur út skulu Boys in a Band spæla á nøkrum av heimsis størstu showcase tónleika festivalum. Eftir at teir júst eru afturkomnir av Eurosonic í Hollandi, skulu teir í februar víðari til festivalin by:Larm í Norra. Síðani skulu teir í mars til Canadian Music Week í Canada og heimsins stórsta showcase festival, SXSW, í USA