Boys in a Band í Íslandi

Eins og The Ghost er Boys in a Band farin til Íslands at luttaka í Iceland Airwaves. Tónleikabólkurin Boys in a Band, sum var settur á stovn í september 2006, er farin til Íslands at luttaka í kenda Iceland Airwaves-festivalinum.

 

Hósdagin 18. oktober verða teir at síggja í Reykjavík í Nordic House kl. 13.30 og í Lídó kl. 21.30.

 

Vilt tú vita meira um Iceland Airwaves og hinar tónleikarbólkarnar, ið luttaka, kanst tú vitja heimasíðuna: www.icelandairwaves.com.