Eins og nógvir aðrir føroyskir bólkar, hevur Boys In A Band fingið sær ein profil á Myspace, har ber til at hoyra tónleikin, ið hevur fingið dómsnevndina til Planet Awards at peika á hendan bólk, sum eitt av uppskotunum til besta nýggja bólk á stóra føroyska tónleikahátíðarhaldinum, ið verður 27. januar. Har liggja tey bæði løgini Secrets To Conceal og Black Diamond Train.
Vitjað bólkin á www.myspace.com/boysinaband










