Spenningurin var stórur, áðrenn Boys in a Band byrjaðu at spæla á stóra Asfalt pallinum uttanfyri, og her kemur ummælið betur seint enn ongantíð.
Fleiri gjørdu seg klár at fara fram at dansa og restin stóð spent og bíðaðu eftir at hoyra bólkin, ið eftir øllum at døma skal vera ein hin mest spennandi í Føroyum í løtuni. Og Boys in a Band skuffaðu ikki. Teir løgdu hart út við ?Blinding Lights? og teir hildu orkustøðinum gjøgnum alla framførsluna. Hóast fleiri feilir vóru spældir og onkur av teimum var grovur, so eyðmerkti ein stór spæligleði og ovfarakáti framførsluna. Bæði bólkur og fólk var við uppá tað og stóð ein størri mannamúgva frammanfyri pallin alla konsertina og hoppaði og dansaði. Hóast skrálini hjá Pæturi Zachariassen tykjast álvarsom og prædiku-líknandi, so er hann einamest skemtari millum sangirnar. Pætur er sjálvandi greitt á odda í Boys in a Band, men Heri S. Jacobsen, tangentleikarin, tykist spakuliga at sníkja seg longur fram á pallin við hansara stóra skeggi, skálkasmíli og indianaradansi. Restin av bólkinum er sjálvandi ikki langt aftanfyri, men stuðla Pæturi (og Hera) trygt og væl.
Eingin ljóðroynd hevði verið áðrenn konsertina og hetta hoyrdist aftur. Tað var sera lítið skil á ljóðblandinum í byrjanini. Tað gjørdist tíbetur frægari sum frá leið, men tað tykist sum pallljóðið ongantíð orduliga gjørdist gott. Pætur bað fleiri ferðir mannin við ábyrgdini fyri ljóðinum á pallinum um at fáa seg sjálvan harðari. Hetta tykist at vera grundin fyri teir relativt mongu spælibrølararnir, dreingirnir gjørdu. Á festivalum flest, serliga á teimum av sama slag sum Asfalt, ber illa til at gera ljóðroyndir og er tí vánaligt ljóð nakað, bólkur og áhoyrari má bíta í seg og liva við. Vánaliga ljóðið darvaði tó ikki framførsluni hjá Boys in a Band nakað serligt og hóast framførslan kanska ikki tann besta, teir nakrantíð hava spælt, so var hon peppað, svøk og feit ? júst sum ein Boys in a Band framførsla eigur at vera.
Arni Zachariassen