Uppsjóvarvinnan í felagsskapinum EAPO eru sera misnøgd við, at ES hevur gjørt avtalu við føroyingar um at ógilda tiltøkini, sum ES setti í verk ímóti Føroyum í fjør.
Arbeiðsbólkurin Northern Pelagic Working Group mælir beinleiðis stjórnunum í ES-londunum til at seta seg upp ímóti uppskotinum um at ógilda tiltøkini ímóti Føroyum.
-Vit mæla staðiliga stjórnunum til at seta seg upp ímóti uppskotinum, sigur formaðurin í arbeiðsbólkinum, Gerard van Balsfoort, í einum tíðindaskrivi. Hann vísir á, at føroyingar hava ásettt sær eina sildakvotu upp á 40.000 tons í ár, og at hóast hetta er minni enn tað, sum føroyingar veiddu í fjør, er tað framvegis tvær ferðir meiri enn tað, sum føroyingar fingu í teirri seinastu strandalandaavtaluni.
-Eftir hesum er tað líkt til, at um tú fiskar fýra ferðir tína kvotu, so fær tað avleiðingar. Men minkar tú enda. veiðina niður í tvær ferðir kvotuna, so er Maria Damanaki, fiskivinnukommiserur, til reiðar at góðkenna veiðina sum burðardygga, skrivar Gerard van Balsfoort.
Hann væntar, at samráðingarnar um fiskirættindini í 2015 verða truplar, nú ES hevur brotið álitið millum hini fýra strandalondini um at røkja stovnarnar við ábyrgd við at geva føroyingum eina kvotu, sum er langt oman fyri tær vísindaligu tilráðingarnar og altjóða avtalur.
-Í samráðingunum seinni í ár vænta føroyingar, at teirra sildakvota verður økt úr 5 upp í 10 prosent av heildarkvotuni næsta ár. Men vit ivast í, at Ísland, Noreg og Russland fara at góðtaka tað. Vit vita eisini, at norðmenn eru í øðini inn á fiskivinnukommiserin fyri at hava tikið hetta stigið uttan um hini londini, sum eru við í fiskiskapinum, skrivar Gerard van Balsfoort at enda.










