Boykottið kemur

Meðan politikarar brúka diplomatiskar vendingar er uppsjóvarvinnan í ES meira bersøgin. - Tað er vónleyst at tosa við Føroyar, og tí eru handilstiltøk einasta amboðið. Tiltøkini koma í juli, sigur uppsjóvarvinnan eftir fund við Mariu Damanaki

- Vit hittu Mariu Damanaki í síðstu viku, og har gav hon greitt til kennar, at tiltøkini móti Føroyum verða sett í gildi í juli.
Tað sigur Esben Sverdrup-Jensen, stjóri í Danmarks Pelagiske Producentorganisation. Esben Sverdrup-Jensen var, saman við feløgunum hjá uppsjóvarvinnuni í Skotlandi, Írlandi og Hollandi, á fundi við fiskivinnukommisserin hjá ES í síðstu viku. Har vóru boðini greið, sambært Sverdrup-Jensen:
- Sanktiónirnar eru áveg. Løgfrøðiliga tilgongdin er ígongd, og málið verður samtykt hálvan juli, soleiðis at tiltøkini kunnu setast í verk, áðrenn komið er inn í august, sigur Esben Sverdrup-Jensen og heldur fram:
- Vit sluppu ikki at síggja útkastið til sanktiónir. Men fiskivinnukommisserurin gav greitt til kennar, at tiltøkini koma at raka sild og makrel, ið verður fiskaður saman við sildini. Og harumframt segði Maria Damanaki seg umhugsa at seta tiltøk í verk móti alifiski, sum etur fóður, framleitt úr sild og makreli.
Harumframt bleiv, sambært Esben Sverdrup-Jensen, tosað um havnastongsul, uttan at farið var í smálutir við tí.

Skurkurin
Uppsjóvarvinnan í Danmark, Skotlandi, Írlandi og Hollandi er av tí greiðu fatan, at fyrst og fremst Føroyar eru stóri skurkurin í uppsjóvarfiskiskapinum.
- Vit hava leingi heitt á strandarlondini um at vísa ábyrgd og koma aftur til samráðingarborðið við einum skilagóðum uppleggi til loysn. Higartil hava vit sæð 15 samráðingarumfør um makrelin, uttan at nøkur loysn hevur verið í eygsjón. Føroyar hava ikki viljað flutt seg, og tí vóna vit at sanktiónir frá ES kunnu noyða málið aftur á beint, sigur Esben Sverdrup-Jensen.
Tað rínur ikki við stjóran í Danmarks Pelagiske Producentorganisation, at samráðingarumførini um norðhavssildina bara vóru tvey í tali, áðrenn slit kom í.
- Tað ber ikki til at býta sundur makrel og sild, ið eru partur av sama fiskiskapi. So tá tú tosar makrel, tosar tú eisini sild. Og tá tú tosar sild, tosar tú eisini makrel. Og vit hava upplivað, at Føroyar fleirfalda sínar kvotur, sigur Esben Sverdrup-Jensen.
Tí er retorikkurin frá uppsjóvarvinnuni í ES harður. Lobbyvirksemið er stórt, og vinnan fegnast um tey tiltøk, ið ES hevur fráboðað.

Føroyska dupultspælið
Av teimum níggju nevndarlimunum í Danmarks Pelagiske Producentorganisation eru tríggir føroyingar, sum allir eru búsitandi í Danmark. Gullak Madsen, reiðari á Ruth, Fríði Magnussen, reiðari á Asbjørn, og Virgar Tindskarð, reiðari á Beinur, sita allir í nevndini.
Hóast føroyska sambandið tí er tætt, so stendur Danmarks Pelagiske Producentorganisation saman um at stuðla ES-boykottið móti Føroyum.
- Jú, tað er púra greitt, at nevndin er púra samd í hesi støðu. Teir etnisku føroyingar, sum eru í felagnum, eru danskir fiskimenn og hava somu støðu sum hinir nevndarlimirnir. Eingin ivi um tað, sigur Esben Sverdrup-Jensen, stjóri í felagnum.

Harmast
Á síni vitjan í Føroyum gjørdi Helle Thorning-Schmidt greitt, at kemur eitt møguligt boykott til atkvøðugreiðslu í ES, so fer Danmark at atkvøða ímóti.
- Eg skilji væl, at talan er um eitt delikat mál fyri Danmark, sum má taka atlit til nøkur viðurskifti í ríkisfelagsskapinum. Men eftir okkara tykki er tað ein skeiv støða, ið snarar burtur frá ábyrgdarfullum fiskivinnupolitikki. Og tað harmar okkum, sigur Esben Sverdrup-Jensen.