Boykottið er av

Heilsufrøðiliga starvsstovan og Rosselkoznadsor hava í gjár undirskrivað samstarvsavtalu. Avtalan inniber at føroyingar nú aftur kunnu útflyta fisk og fiskavørur til Russlands

Heilsufrøðiliga starvsstovan skrivar á heimasíðu sínari í gjár, at samstarvsavalan nú er undirskrivað, og tískil er innflutningsbannið frá 1. september 2008 nú endiliga av.

Hesin útflutningur kann byrja aftur tá russar hava góðkent okkara lista yvir virki og boða sínum marknaðareftirlitsstøðum frá hesum og at skabelónin til heilsuváttanir er góðkend av russisku myndugleikunum. Um alt gongur sum ætlað er hetta komið í rættlag innan ein mánaða.

Samstarvsavtalan skal tryggja, at russar fáa dygdagóðan fisk og fiskavørur av føroyskum uppruna, ið er framleiddar á virkjum og skipum, sum umframt føroysk krøv eisini lúka russisk heilsufrøðilig krøv. Eisini varð staðfest, at galdandi mannagongd í sambandi við umlasting av feskum alifiski kann halda fram.


Vísa álit á føroyingar

Russar løgdu dent á, at teir hava álit á heilsufrøðiligu myndugleikunum í Føroyum. Teir løgdu í okkara hendur, at gera ein lista við virkjum, sum lúka russisku lóggávuni. Hesin listi verður sendur Rosselkoznadsor til góðkenningar. Ikki er neyðugt við russiskari eftirlitsvitjan, áðrenn virkini kunnu byrja útflutning til Russlands.

Russiski myndugleikin kemur møguliga aftur á eftirlitsvitjan einaferð síðst í árinum. Tá velja tey nøkur virki á listanum at hyggja nærri eftir. Um hesi útvaldu virkini lúka heilsufrøðiligi krøvini, verður hetta ein staðfesting av tí áliti, sum russar hava víst føroysku eftirlitsskipanini og virkjunum sum heild.