Boykotta val

Tann størsti frælslynti andstøðuflokkurin í Russlandi, Jabloko, kunngjørdi um vikuskiftið, at hann fer ikki at taka lut í forsetavalinum, sum verður tann 14. mars.

Formaðurin í flokkinum, Grigorij Javlinskij, segði, at soleiðis sum tann politiska støðan í Russlandi er háttað, ber tað ikki til at hava eitt demokratiskt val í landinum, og tí er tað ógjørligt at reka eitt valstríð fyri floksins forsetavalevni. Sostatt hevur Jabloko tikið somu støðu sum ein annar frælslyntur andstøðuflokkur, Høgrasamgongan, sum heldur ikki fer at taka lut í forsetavalinum.

Teir báðir flokkarnir siga í grundgevingunum, at teir almennu russisku fjølmiðlarnir geva Vladimir Putin, forseta so stóran stuðul, at tað ber ikki til hjá nøkrum øðrum valevni at reka valstríð. Teir almennu fjølmiðlarnir fingu somu ákoyuringina í sambandi við tjóðartingsvalið fyrr í hesum mánaðinum. Tá vann stuðulsflokkurin hjá Putin stórsigur.