Boykott móti Føroyum hjálpir einki

Detlef Wildraut, føroyavinur í Týsklandi

Eg var sera bilsin, tá ið eg las í greinini "Boykott av føroyskum vørum kann gerast veruleiki" nakað um kjakforum okkara "Das Forum für Freunde der Färöer in Deutschland" (Sosialurin, nr. 208 -- 27.oktober 2006, s.6).
Ja, tað er satt. Ein limur í kjakforumi okkara skrivaði, nú hann hevði frætt, hvussu samkynt fólk í Føroyum vórðu álopin, helt hann, at hann mundi ikki ætlað sær aftur til Føroya. Men hann var tann einasti í forumi okkara, sum bar fram soleiðis.
Eg eri harmur um, at nøkur fólk úttanlands ákæra Føroya fólk, sum um allir føroyingar niðurseta tey samkynt og nokta teimum rættindini, ið eitt og hvørt menniskja átti at eiga, uttan mun til, um tað er samkynt ella ikki samkynt.
Tí eri eg sera glaður um, at nógvar føroyingar mótmæla teimum landsmonnum, ið nokta teimum samkyndum rættin at liva teirra lív, soleiðis sum tey vilja liva tað, hóast tey ikki særa onnur fólk við at gera tað. Til dømis vil eg nevna her tær átta føroysku kvinnur og áheitan teirra.
Eg eri ilskur um áheitanirnar til boykott ímóti Føroyum og í forumi okkara havi eg avgjørt borið fram ímóti boykotti, tí eg haldi, at eitt boykott ger ongan mun. Haldi eisini, at vit hjálpa ikki føroyingunum, ið stuðla rættindini hjá teimum samkyndum, um vit heita á til boykott, men tvørturímóti, soleiðis leypa vit á teimum aftanífrá.
Nú vóni eg, at meirilutin í Føroya Løgtingi hesaferð gongur undan við góðum dømi og samtykkir broytingaruppskotið, so at tað sæst týðliga, at samkynt fólk í Føroyum eins og í øðrum londum í Europa kunnu liva teirra lív við ongum ótta. Hetta er jú tað einasta, alt kjak snýr seg um í roynd og veru.
Men -- um Løgtingið eisini hesaferð noktar at samtykkja, hvat so skal eg svara teimum, ið ákæra Føroyar og krevja boykott???