Hóast føroyskur WTO-limaskapur stóð ovarlaga á breddanum á føroyavitjan fyri júst einum ári síðani, so er einki hent síðani, ásannar Martin Lidegaard, uttanríkisráðharri.
Føroyskt ynski um sjálvstøðugan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum WTO varð ikki nevnt við einum orði á stutta tíðindafundinum í Tinganesi seinnapartin.
Danski uttanríkisráðharrin er á árligari arbeiðsvitjan í Føroyum, her løgmaður er vertur.
Kaj Leo Holm Johannesen og Martin Lidegaard hava verið rættuliga víða á altjóða pallinum á stutta fundinum teirra millum ídag. Alt frá aktuellum kreppum í heimsins brennideplum til arktiska økið og víðkaða landgrunnin norðanfyri Føroyar.
Men serliga eru tað møguleikarnir fyri fríhandilsavtalum og atgongd til nýggjar marknaðir, ið fyllir nógv í Tinganesi í samband við vitjanina.
Tí eru løgmaður og uttanríkisráðharrin samdir um, at danska Uttanríkisráðið við síni servitan, sendistovum og netverki skal hjálpa Føroyum við at sleppa inn á nýggjar marknaðir.
Sjálvstøðugur, føroyskur WTO-limaskapur var ovarlaga á breddanum fyri júst einum ári síðani, tá táverandi uttanríkisráðharrin Villy Søvndal vitjaði í Tinganes.
Men síðani er reelt einki hent á tí økinum, váttar Martin Lidegaard, sum nú er danskur uttanríkisráðharri.
– Vit mugu bara staðfesta, at síðsta árið er nógv orka brúkt til ES-boykottið. Tí mugu vit ásanna, at lítið og einki er hent í spurninginum um føroyskan WTO-limaskap, sigur Martin Lidegaard, sum í sama viðfangi leggur afturat, at nú verður ferð aftur sett á viðgerðina av tí spurninginum.
Hoyr samrøðu við Marten Lidegaard við at trýsta á pílin undir myndini.










