Boykot er veruleiki

- Danmark hevur gjørt alt, ið vit megna fyri at steðga ES í at seta handilstiltøk í verk móti Føroyum. Men møguleikarnir eru tømdir. Á midnátt fer ES at boykotta Føroyar, og sum partur av samveldinum noyðist Danmark at fylgja linjuni úr Brússel.

 

Tað staðfesti Villy Søvndal, uttanríkisráðharri, eftir tíðindafundin í Tinganesi í dag.

 

Villy Søvndal er á síni árligu arbeiðsvitjan í Føroyum, har Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, er vertur.

 

Samtyktu handilstiltøkini hjá ES tók sín stóra part av dagsskránni. Men eisini fingu uttanríkisráðharrin og løgmaður høvi at umrøða føroyska ynskið um sjálvstøðugan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum WTO. Triðja punktið á skránni var støðan hjá ríkisfelagsskapinum í Arktiska Ráðnum.

 

Hoyr samrøðu við Villy Søvndal við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Sí myndatema frá tíðindafundinum her