Boygdu seg fyri diktaturinum

– Mín trupulleiki er, at eg góðtaki ikki ein dik­ta­tor­isk­an leiðsluhátt, tí havi eg gjørt av ikki at stilla upp til fólk­a­tings­val­ið.

So bersøgin var Rúna Siv­ert­sen mik­u­dag­in, tá hon gav ilt av sær um Kára á Rógvi, for­mann Sjálv­stýr­is­floks­ins, sum er bein­lei­ð­is or­søk­in til at hon – og aðr­ar kvinn­ur við – ikki vildu stilla upp til fólka­tings­val­ið.

Men nú eru tær eftir øll­um at døma hoknaðar í knø­u­num.
– Eftir at hava vigað fyri og í­móti, eri eg komin til, at tað er um­ráð­andi, at eg eri við og geri mína á­virk­an gald­andi í flokk­i­num.?Inn­an­f­loks fari eg at ar­beiða fyri at broyta leiðslu­hátt­in, so­leið­is at velj­ar­ar floks­ins aft­ur kunnu kenn­ast við Sjálv­stýr­is­flokk­in, segði Rúna Siv­ert­sen tveir dag­ar seinni.
Soleiðis boygdi hon seg fyri dik­ta­tur­i­num.

Ella – sum maðurin segði: Pol­i­tikk­ur er at vilja broyt­ingøar.
Men at fremja broyt­ing­ar – tað kann vera nak­að heilt ann­að...