Skotski álopsspælarin Kris Boyd skoraði tvær ferðir, tá ið Føroyar taptu 6-0 fyri Skotlandi á Celtic Park seinasta vikuskiftið, og Boyd hevur rættiliga skorað mál seinastu dystirnar. Hann hevur spælt sjey dystir í hesum kappingarárinum, og hann hevur skorað sjey mál. Í gjár skoraði hann eitt av málunum hjá Rangers í 4-0 sigrinum á Falkirk, og samanlagt hevur hann gjørt 25 mál í 26 dystum fyri Rangers. Á landsliðnum hevur hann skotið fýra mál í fýra dystum.
Tíðindi