Bowyer harðari dóm

Lee Bowyer og Kieron Dyer úr Newcastle ruku í krovið á hvørjum øðrum í dysti móti Aston Villa fyri nøkrum vikum síðani, og nú hevur Lee Bowyer fingið aðrar tríggjar dagar í leikbanni.
Ekstrablaðið skrivar, at enska fótbóltssambandið FA hevur gjørt av, at Lee Bowyer hevur ikki verið fótbóltinum at frama, heldur tvørturímóti, og umframt eitt trý daga leikbann skal Bowyer eisini rinda bót upp á 327.000 krónur.
Lee Bowyer hevur longu frammanundan fingið fýra daga leikbann, og hann hevur mist sína løn frá Newcastle í seks vikur, svarandi til 2,2 milliónur krónur.