Tað vóru 10 lið sum kappaðust við trimum persónum á hvørjum liði. Liðið sum vann var eitt lið hjá bilstøðini Auto. Á liðnum vóru Kári Enghamar og brøðurnir Jón og Thorvaldur Haraldsen. Teir valdu at geva tær 5.000 krónurnar til Umsorganarheimið hjá Bláa Krossi í Grønalíð 3 í Havn.
Bilførarar hjá Auto hava annars bowlað hvørja viku, síðan Bowlinghøllin lat upp fyri umleið 10 árum síðan.
Gávukekkurin verður handaður í Bowlinghøllini. Jón Haraldsen, Thorvaldur Haraldsen og Kári Enghamar frá bilstøðini Auto handaðu kekkin til Yvonnu Drangberg leiðara á Umsorganarheiminum hjá Bláa Krossi í Grønalíð 3










