Bowling
Fimm ár eftir at bowling-høllin á Hálsi læt dyrnar upp, er bowling nú eisini skrásett ítróttargrein í Føroyum.
Leygardagin hevði Havnar Bowlingfelag stovnandi aðalfund, og við hesum gjørdist væl umtókta ítróttargreinin eisini skrásett kappingargrein her á landi.
Fyrsti formaðurin í felagnum er Robin Clementsen, og afturat sær í nevndini hevur hann Eigil Olsen, næstformann, og Rolf Mouritsen, skrivara. Tiltakslimur í nevndini er Petur M. Hansen.
Í tíðindaskrivi sigur felagið, at eitt av fyrstu málunum hjá felagnum verður at skipa fyri eini bowling-kapping eftir altjóða reglum, og skal hendan ætlandi haldast tíðliga í komandi ári.
Enn eru onnur feløg ikki stovnað, men nú ítróttargreinin er skrásett, er ikki fjart at hugsa sær, at okkurt líknandi felag eisini verður sett á stovn í Eysturoynni, har tey nú eisini hava eina bowling-høll. Somuleiðis eru ætlanir komnar fram um eina høll í Suðuroynni, so tað er væl hugsandi, at havnarmenninir skjótt fara at fáa kapping í so máta.