Í dag eru tíggju ár síðani, at Bowlinghøllin á Hálsi lat upp.
Í sambandi við føðingardagin skipar Bowlinghøllin á Hálsi fyri almennari móttøku millum klokkan 15 ? 18, har borðreitt verður við ymsum góðum.
Tað verður ókeypis bowling við reyðari keylu allan dagin. Á stórskíggjanum verður vístur filmur av byggingini av Bowlinghøllini í ár 2000, eins og myndir verða vístar av útbyggingini av bowlingbanum og matstovuni 2006.
Úr Bowlinghøllini heilsa tey, at øll eru vælkomin til móttøkuna.