Kaffivognurin á kaiini, ella Kaffistovan, sum hann hevur itið seinastu árið, hevur fingið nýggjan eigara. Fyritøkan handan bowlinghøllina á Hálsi fer framyvir at reka søguliga matstaðið í Havn.
Bjarni Kyster, leiðari í Bowlinghøllini, sigur við Sosialin, at tey keyptu staðið í síðstu viku, og at ætlanin er at peppa tað eitt sindur upp, sum hann sigur. Eitt nú við at søkja um skonkiloyvi, bæði innan- og uttandura.
- Tað koma nógv ferðafólk til landið, sum vit áttu at fingið meira burtur úr. Ikki minst stóru ferðamannaskipini áttu at givið meira, sigur hann, og samanber við lendingina í Hanstholm, har ein blá matstova á bryggjuni er fullsett av fólki, tá Norrøna kemur og fer .
Enn er ógreitt nær latið verður upp. Men so skjótt, sum skonkiloyvi er komið upp á pláss, sigur Bjarni Kyster, sum hevur góðar vónir um at fáa skonkiloyvi til staðið.
- Her er gott pláss at seta stólar og borð uttanfyri. Tað verður ikki parkerað heilt yvir, og við nøkrum blomsturkassum ber til at skerma fyri, sigur Bjarni Kyster, sum eisini ætlar at broyta matskránna, so hon verður lættari, til dømis við pizza og líknandi.
Tað verður sjónligt, at Bowlinghøllin verður eigari. Eitt nú við litum og stíli, umframt at høllin fer at lata matin til Kaffivognin, sum verður opin allan dagin og út á kvøldið.