Bowlinghøllin var karmurin

Hóast tað var sunnudagur, og hóast fleiri av fótbóltsfólkunum vóru nakað troytt eftir at punktum varð sett hjá ymsu feløgunum leygarkvøldið, so var talan um góða undirtøku til gallakvøldið, sum Sosialurin og Rás2 aftur í ár skipaðu fyri.
Hesa ferð var karmurin Bowling-høllin á Hálsi í Havn, har Rás2 hevur havt studio teir 27 triðja hálvleikirnar, sum sendir eru í ár.
Aftur hesa ferð var Heri Simonsen vertur við mikrofonina, og saman við restini av manningini hjá Rás2 syrgdi hann fyri, at føroyingar flest fingu við, hvør vann hvønn heiður.
Og sjálv fótbóltsfólkini hugnaðu sær bara heilt væl teir tímarnar, sum tiltakið stóð við.