Trongisvágur
Arbeiðsbólkurin hjá Tvøroyrar Bóltfelag (TB), sum varð settur at fyrireika bygging av bowlinghøll, er nú liðugur við sítt arbeiði.
Finn Thomsen sigur vegna arbeiðsbólkin, at alt fyrireikingararbeiði, eitt nú innheintan av tilboðum til bygging av høll og keypiav útgerð, er komið upp á pláss, soleiðis at nú er bert eftir hjá TB at taka støðu í málinum.
- Arbeiðsbólkurin mælir til, at bowlinghøllin verður bygd vestanfyri skúlan í Trongisvági og um skjótt verður atborið, kann høllin standa liðug einaferð seint í summar.
Finn Thomsen væntar, at TB á aðalfundi sunnudagin fer at taka støðu í málinum um ætlaðu bowlinghøllina.