Bowling
Nú skal ein bowlinghøll gerast á Tvøroyri.
Og ætlanin er at arbeiða so skjótt, at høllin skal verða liðug og klár at taka í nýtslu longu seint í summar.
Tað er Tvøroyrar Bóltfelag, sum arbeiðir við ætlanini og á aðalfundi í TB í mánakvøldið, varð endaliga avgjørt at seta ætlanina í verk.
Annars hava teir tríggir, Finn Thomsen, Ronnie Midjord og Jóan Petur Olgarsson arbeitt í eina tíð við at fyrireika málið og á aðalfundinum í TB mánakvøldið, løgdu teir so eina ætlan fram, sum aðalfundurin tók undir við.
Finn Thomsen, sigur, at ætlanin er at fara til verka beinanvegin so at høllin kann verða liðug seint í summar, kanska longu í august.
Tað verður eitt undirfelag hjá TB, sum kemur at standa fyri byggingini.
Hann sigur, at ætlanin er so eisini, at teir tríggir í fyrireikingarbólkinum skulu standa fyri rakstrinum tað fyrsta árið fyri at loysa nevndina hjá TB frá hesi uppgávuni, tí hon hevur nóg mikið at gera frammanundan.
Men ætlanin er at hava lønt fólk at arbeiða í høllini og teir eru sannførdur um, at bowlinghøllin verður ein góð íløga fyri Tvøroyrar Bóltfelag, sum fer at kasta nakað av sær til raksturin.
Tað, sum nú liggur í kortunum, er, at bowlinghøllin skal byggjast inni í Trongisvági á einum stykki vestanfyri skúlan.
Tað einasta, sum forða tí, er um kanningar vísa, at lendið er ov vánaligt at byggja á.
Ætlanin er at byggja eina bowlinghøll við seks banum.
- Fyri at fáa ein bowlinghøll at kasta nakað av sær, krevst, at tað eru seks banar. Vit vita væl, at tað verða neyvan seks banar í brúki vanligar dagar, men fyri at klára tørvin í vikuskiftunum, er neyðugt við seks banum, sigur Finn Thomsen.
Í høllini verður eisini køkur og matstova, har tað ber til at keypa búffar og annað gott. Ætlanin er eisini at søkja um skeinkiloyvi, í hvussu so er til øl og vín.
Hann vil ikki siga, hvussu nógv høllin fer at kosta, men hóast talan er um eina hampuliga stóra íløgu, stúrir hann ikki.
- Vit hava longu fingið játtilisi upp á fígging til tiltakið, so eisini tann spurningurin er avgreiddur, sigur Finn Thomsen.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$