Í grein í Sosialinum hósdagin 2. nov. 2000 verður nomið við bowling á Oyggjaleikunum. Í grein um nýggju bowlinghøllina í Havn, har komið verður inn á møguleikan at luttaka í bowling á Oyggjaleikunum. Bjarni Kyster verður endurgivin fyri m.a. at siga: "Her er tó ein trupulleiki, tí sum eg havi skilt tað, so skulu minst trý feløg verða í landinum, áðrenn vit kunnu melda til."
Her eru ávísar misskiljingar íkomnar, og tí hendan rættleiðingin.
Treytirnar fyri at luttaka í einari ítróttargrein er ikki, at trý feløg skulu vera í landinum, áðrenn meldað verður til. Tað er nóg mikið við einum felag.
Um eitt bowlingfelag verður stovnað og søkir um limaskap í ÍSF, kemur tað helst undir Deildarsambandið fyri Nýstovnaðan ítrótt. Her ígjøgnum kunnu íðkararnir so luttaka í bowlingkappingum á Oyggjaleikunum.
Um ætlanin er at stovna eitt ítróttarfelag, ið ætlar at søkja um limaskap í ÍSF, er tað av avgjørdum fyrimuni at nýta standard-lógirnar hjá ÍSF. Hesar síggjast á heimasíðuni: www.isf.fo.
Tað skal tó gerast vart við, at bowling ikki er føst ítróttagrein á Oyggjaleikunum, so roknast kann ikki við, at hendan ítróttagrein verður við á øllum leikunum. Nevnast kann, at bowling ikki verður við á leikunum á Isle of Man komandi ár.
Um spurningar annars eru um Oyggjaleikirnar ber altíð til at venda sær til Oyggjaleikanevndina við teimum.
Vinarliga
Oyggjaleikanevndin
Petur Elias Petersen, Katrin Joensen og Sofus Johannesen








