Um The Reverends
Stovnaður: 2003.
Heimstaður: Keypmannahavn
Tónleikastílur: Rátt og ópolera kontri
Tónleikarar: Niclas Thorsteinsson (sang), Janus Kampmann (gittar, pedal steel), Jens Virgar Jakobsen (gittar), Kristin N. Bech (bass). Richard Hansen er júst farin úr bólkinum, men hevur frá byrjanini spælt trummir í The Reverends.
Kontri
Bólkurin The Reverends hevur tann karismatiska Mold oddamannin Niclas Thorsteinsson, sum sangara og ein flokk av garvaðum rokktónleikarum aftanfyri hann. Man skuldi trúð, at talan var um ein rokkbólk av tí harðara slagnum. Men The Reverends eru ein ordiligur kontribólkur av tí slagnum, sum spælir rátt og ópolera kontri við tekstum um sjálvmorð, morð, hjúnarskilna, svik og drukk, spældir við rætta kontri anda, og av monnum í kovboyhattum, kovboyslipsum og styvlum.
Skriva løg
Eg havi hitt Niclas Thorsteinsson og gittarleikaran Jens Virgar Jakobsen í eini lítlari íbúð á Oyrasundskollegiinum, har teir sita og deila eina fløsku av reyðvíni, og skriva kontriløg til komandi fløguna. Jens gjørdist kendur á føroyska rokkpallinum, tá hann við bólkinum Diatribes blásti harðan rokktónleik í høvdið á lurtarunum á Ólavsøkukonsertini 1996. Seinni gjørdist bólkurin eitt sindur bleytari, men enn var talan um rokk. Í MC-Hár rokkaði hann víðari, og eitt mundið spældi hann gittar í bólkinum Happy, ið seinni broytti navn til Makrel. Hann er stutt sagt ein ordiligur rokkgittarleikari, og tað tykist løgið, at hugsa um hann sum kontrigittarleikara. Men úr hansara stereoannleggi ljómar kontritónleikurin, meðan við seta okkum niður at práta.
Keypt mandolin
Jens greiðir frá, at hann nýliga hevur keypt sær eina mandolin, sum hann ætlar sær at læra at spæla uppá. Hon varð keypt frá einum manni í Norður Jútlandi, sum helt, at talan var um eina banjo. Men tá hon kom fram, var tað talan um eina mandolin. Hetta gjørdi tó ikki so nógv sambært Jens. Ein mandolin er fín til kontri, og hon kostaði einans 250 kr. við frakt.
Rapparin Niclas
Niclas gjørdist longu fyrst í 90árunum kendur innan føroyskan tónleik, tá hann var ein av gestarapparunum hjá Paria á eini Nýggjárskonsert. Hetta samstarv kom í lag á studentaskúlanum. Hans Petur í Brekkunum spældi trummir undir, tá Niclas framførdi tjóðsangin í rappútgávu á eini skúlaveitslu. Hans Petur var sangari í Paria og skeyt upp, at Niclas og vinmaðurin Guðmund luttóku sum eitt stuttligt innslag á Nýggjárskonsertini. Hetta var eitt stuttligt projekt, tí næstan eingin rappaði í Føroyum tá, so vit skrivaðu eitt rapp um hasjarar í Havn sigur Niclas, men sigur seg ongantíð hava havt ætlanir um at gerast fulltíðarrappari.
Í USA eftir kontri
Niclas fortelur: Eg var eitt ár í Wichita í Kansas á AFS í 1989-90, tónleikaliga fekk eg áhuga í tveimum tónleikagreinum hetta árið. Tað var rapp og kontri. Vit sóu øgiliga nógv poppkontri í sjónvarpinum, t.d. Randy Travis og Garth Brooks, og vertspápin hjá mær har yviri koyrdi runt í einum pikkop og lurtaði nógv eftir Bluegrass. Eg vil ikki siga, at eg tendraði uppá kontri beint tá, men ein spýri varð lagdur. Tí áðrenn eg fór har yvir, kendi eg lítið annað enn t.d. Higway Man og The Gambler, teir veruligu klassikararnar.
Tá vit seinni, tað var í Mold tíðini, búu í Dólgaborg undir Pisuvarða, kom ein vinmaður hjá mær Høgni Iversen við eini kontrifløgu. Vit byrjaðu at lurta nógv eftir henni. Hetta var nokk tá eg veruliga byrjaði at dáma kontri
Neil Young effektin
Upprunaligi íblásturin til Mold kom úr Pearl Jam og øðrum Seattle bólkum og so Gunsn Roses. Men sum tíðin leið gjørdist Neil Young ein tónleikari, sum allir í Mold lurtaðu eftir. Hetta hoyrdist væl á tónleikinum á seinnu fløguni hjá Mold. Fløgan gjørdist merkt av fólka kontri ljóði, og lagið Country Christ var kanska ikki eitt reint kontrilag, men luktaði eitt sindur av tí.
Spældi við fyri venjingarhølið
Í 2003 avgjørdu Niclas, Kristin Bech, ið spældi bass í Mold, og svágur Kristin gittarleikarn Janus Kampmann, at stovna ein Americana bólk, ið spældi Bruce Springsteen og Neil Young og annað tílíkt. Teir bóðu ein gamlan vinmann Richard Hansen um at spæla trummir, og fyri at fáa atgongd til venjingarhølið á Oyrasundskollegiinum, spurdu teir Jens Virgar, um hann ikki eisini vildi spæla gittar.
Back to Texas
Aftan á nakrar venjingar snýktu alt fleiri kontriløg seg inn á skránna, og at endans avgjørdu teir bara at spæla kontri. Jens greiðir frá, at hann var nokkso ivasamur um hetta val. Tí hann var ikki nakar kontrifjeppari, men hetta broyttist, og skjótt dámdi honum væl, bæði at lurta at, og at spæla kontri. Í byrjanini vóru tað mest løg hjá øðrum, ið teir spældu. Fyrsta konsertin var í Sumpen á Oyrasundskollegiinum og har spældu teir løg hjá Johnny Cash, Alan Jackson, Randy Travis, Garth Brooks og Frank Zappa. Men eisini eina tolking av Mold lagnum Back to London, ið varð broytt til Back to Texas.
Gera fløgu
Fólki var sera væl við á hesi konsert, og síðan hevur bólkurin spælt fleiri ferðir bæði í Danmark og í Føroyum. Ein alsamt størri partur av løgunum eru heimagjørd, og ætlanirnar um eina fløgu útgávu er væl áleiðis, ikki færri enn tvær demoir eru innspældar, og í løtuni royna teir at fáa fíggingina av fløguni uppá pláss.
Hetta kvøldið eg hitti Niclas og Jens, sita teir og gera eitt lag. Annars er lagskrivingin sera ymisk, greiður Niclas frá Okkurt lag havi eg skrivað mest sum liðugt, okkurt havi eg skrivað saman við Kristin, og Kristin hevur eisini skrivað okkurt sjálvur, meðan uppaftur onnur løg eru gjørd av okkum øllum saman osfr.v.
Tað er Niclas, sum skrivar tekstirnar, og sum er líkist tekst heimurin vanliga kontriheiminum, við hjúnarskilnaði, sviki, morð og drukk. Men Niclas leggur dent á, at hetta kann broyta seg, áðrenn fløgan kemur út. Tí allir sangirnir eru ikki lidnir enn, og til ber eisini at broyta tekstirnar, so teir kanska gerast heilt annarleiðis.
Í Vestmanna og Skopun
Í summar spældu The Reverends fleiri konsertir í Føroyum, millum annað spældu teir í Skopun. Teir greiða frá, at teir ikki vita um meira hjartarliga móttøku. Fólk vóru sera blíð og bjóðaðu teimum góðan mat og drekka. Eitt annað kvøld spældu teir á Bryggjuni í Vestmanna, tá lántu teir trummuleikaran úr Vestmonnum, tí at Richard var í Danmark, og steel gittarleikarin hjá Vestmonnum kom somuleiðis við. Jens og Niclas eru samdir um, at hetta var stórt. Niclas leggur afturat: Vestmanna er jú kontri høvuðsstaðurin í Føroyum
Teir vóru sera væl móttiknir øll tey støðini teir spældu, og gott lív var í. Jens heldur, at føroyingum dámar kontri, og nógv eru sokallaðir skápskontrifjepparar.
Enskt og føroyskt
Tá The Reverends spæla í Danmark, tosar Niclas enskt millum løgini, við eini sterkari amerikanskari suðurstats dialekt ljóðar hann sum ein amerikumaður, og hann hevur eisini upplivað, at fólk eru kominyvir til hansara, og hava prátað við hann á enskum eftir framførsluna. Hann sigur, at tá hann skal tosa eitt fremmandamál, so er enskt meira upplagt, Johnny Cash ljóðar nú einaferð kulari við suðurstatsdialekt, enn á hálvbrotnum donskum: djåni kass. Tað gevur eisini framførsluni eitt sindur størri kontrikenslu.
Í Føroyum prátar Niclas tó á føroyskum millum løgini, alt annað hevði virkað løgið heldur hann.
Mangla trummuleikara
Richard Hansen hevur spælt trummir í The Reverends higartil. Men er nú fluttur heim til Føroyar. Tí er hann farin burturúr bólkinum. Tí leita teir í løtuni eftir trummuleikara. Onkur hevur verið til royndarvenjing, men hetta riggaði ikki, tí honum ikki dámdi kontri, onkur annar er í kikaranum, men enn er einki endaliga avgjørt. Teir greiða frá, at viðkomandi helst skal vera føroyingur, tí teir ikki tíma at skula tosa danskt undir venjing.
Lótu Mojo aftur
Seinasta konsertin við Richard var í kenda gamla blúsklubbanum Mojo. Hetta gjørdist ein løgin uppliving. Hetta gamla og fyrr so háttvirda spælistað, hevur seinnu árini fingið nógvar grannaklagir. Tí var bert loyvt at spæla tónleik við ljóðinum spakuliga frá. Tá tað gjørdist ov hart, sló streymurin frá. Hetta setti síni spor á konsertina. Eitt nú noyddist ljóðmaðurin at skrúva bassin av røddini hjá Niclas, tí hesin gav útslag, soleiðis at annleggið slóknaði.
Hetta gjørdist eisini fyribils síðsta kvøld, at Mojo hevur tónleik á skránni. Tí tá The Reverends skuldu koyra útgerðina í bilin, lótu teir eina bakdyr upp. Samstundis var onkur annar farin upp á pallin, og tí hoyrdist tónleikur út í garðin, og grannarnir boðsendu løgregluni, ið kom og tók loyvið til at spæla tónleik frá klubbanum.
Bowlar í slipsi
Niclas Thorsteinsson livir kontrilívið, eisini tá hann ikki er á pallinum, sostatt kundi tú hitta hann í havnargøtum í summar í kovboyhatti, kovboystyvlum, kovboyslipsi og skjúrtu. Eitt nú hitti eg hann í Bowlinghøllini eitt kvøldið í hesum búna. Tað var torført at siga, um hetta varð gjørt við álvara ella í spølni, men sambært Niclas er hetta í ramasta álvara. Tá hann pyntar seg, letur hann seg í hesi klæði: Fyri meg er týdningarmikið, ikki at verða ein tekniseriu figurur, hetta er ikki fjas! sigur hann.
Men er kovboybúnin góður at skora í? Ja, tað veit eg ikki. sigur Niclas Tað er í øllum førum ein góður háttur at fáa eitt prát við konufólk, tað er eitt stig á vegnum, tá man er í kovboyhatti, kann man altíð spyrja, um henni dámar kontri










