Bowie og Elvis høvdu fylt ár í dag

David Bowie og Elvis Presley høvdu føðingardag í dag, 8. januar.

Rocklegendurnar eldast, og tað tynnist eisini í flokkinum.

 

Tvær av stóru stjørnunum høvdu í dag hildið føðingardg, um tær vóru millum okkum. Men bæði David Bowie og Elvis Presley eru farnir foldum frá.

 

David Bowie sá fyrstuferð dagsins ljós 8. januar í 1947, og hevði sostatt verið 70 ár í dag. Hann andaðist 10.januar í 2016.

 

Elvis Aron Presley sá dagsins ljós á fyrsta sinni  8. januar 1935. Hann hevði tvíburðabróður, ið ikki yvirlivdi føðingina, og Elvis var sostatt aldur upp sum einabarn.

 

Hann andaðist 16. august í 1977. Hann hevði í dag verið 82 ár.