Bovlandi prestar

Fríggjadagin skrivaði Sosialurin, at prestarnir í Føroyum høvdu evnisdag, og at á skránni var millum annað eisini bovling. Vit vóru á staðnum og fingu nakrar myndir av teimum

Tá talan er um prestar, síggja vit vanliga fyri okkum ein mann ella eina kvinnu í prestakjóla, standandi í prædikustólinum ella við altarið.

Men tað er í øllum førum ikki tað, ið var at síggja í bovlinghøllini á Hálsi fríggjakvøldið klokkan 18, tá prestar og umsitingin hjá fólkakirkjuni við makum fóru at bovla.

Um tú ikki visti betri, hevði tú ikki fangað, at talan var um allar prestarnar í Føroyum, sum mannaðu banarnar í bovlinghøllini hetta kvøldið.

Lagið var gott, og nógv varð flent og prátað, meðan kúlurnar vóru sendar avstað mótvegis keylunum í hinum endanum.


Eru eisini vanlig menniskju

Fríggjadagin høvdu prestarnir í Føroyum evnisdag, sum byrjaði við andakt í Havnar Kirkju. Síðan varð hildið fram á ovastu hædd í Hotel Hafnia, har fyrilestrar vórðu hildnir. Seinni á kvøldinum var so farið út at eta og at bovla.

Jógvar Fríðriksson, bispur, segði við Sosialin fríggjadagin, at hann sá einki skeivt í at teir fara at bovla, tí at teir eru menniskju sum øll onnur. Og tað var júst tað, sum sást aftur hetta fríggjakvøldið í bovlinghøllini, nevnliga prestar og bispur í vanligum klæðum, sum fólk flest fara í, um tey skulu út at bovla og eta eitt fríggjakvøld.