Ætlanin var at toga skipið til lands í dag, men nú er tað sokkið. Norska veitingarskipið ?Bourbon Dolphin?, sum holvdist einar 75 fjórðingar í útnyrðing úr Hetlandi hósdagin, er nú sokkið.
Reiðaríið, Bourbon Offshore Norway, sigur, at ætlanin var at toga skipið til Hetlands í dag.
Vanlukkan við ?Bournbon Dolphin? kravdi átta mannalív. Sjey av manningini vórðu bjargaðir á lívi, tríggir vórðu funnir deyðir, og fimm komu ikki afturíaftur.










