Botnurin verður avgjørdur

Um veðrið, sum er kring landið, fer at halda sær, so verða tað góð líkindi, tá ið Formula bólturin fer á rull seinnapartin.

Skráin í dag sær soleiðis út:

 

B36-KÍ Petur Reinert kl. 15

GÍ-EB/Streymur Eiler Rasmussen kl. 15

Skála-HB Lars Muller kl. 15

B71-NSÍ Jens Petur Brattalíð kl. 15

VB/Sumba-AB Dagfinn Olsen kl. 14.45

 

Sum støðutalvan sær út, skal nógv venda upp, sum nú vendir niður, um ikki bæði VB/Sumba og AB næsta ár skulu spæla í næstbestu deildini. Undir øllum umstøðum tolir hvørki liðið at tapa innanhýsis uppgerðina í dag.

 

Støðan eftir 20 umfør

B36 43 stig

NSÍ 41 stig

HB 33 stig

EB/Streymur 33 stig

Skála 26 stig

KÍ 24 stig

GÍ 23 stig

B71 22 stig

AB 11 stig

VB/Sumba 11 stig