7. umfar er á skránni seinnapartin ídag. Kristi Himmalferðardag varð framskundaður dystur frá 11. umfari á Sevmýri, har teir næstbestu í HB vitjaðu. TB vann 10-1!, eftir hálvleiksstøðuna 6-1. Úrslitið bar við sær, at TB nú er oddalið í 1. deild. 07 Vestur og TB hava 13 stig, men stórsigurin á havnarmonnum ber við sær, at málmunurin hjá TB er fimm betri, enn hann er tað hjá vágamonnum.
Í dag fer TB at spæla á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá B68. Higartil hevur tað vignast serliga illa hjá toftamonnum, sum burtur úr seks teimum fyrstu dystunum bara hava vunnið tvey stig.
07 Vestur, sum fyri viku síðani legði rygg til 4-2 tap í Klaksvík, fær vitjan av teimum næstbestu hjá EB/Streymi, KÍ fer undir fjørðin at vitja grannarnar í Víkingi, og í Gundadali verður grannauppgerð millum FC Hoyvík og AB, sum bæði hava seks stig.
13. mai
TB-HB 10-1 (6-1)
1-0: Dan Mortensen 1.
1-1: Johan E. R. Mouritsen 2.
2-1: Rógvi Joensen 14.
3-1: Dan Mortensen 17.
4-1: Rógvi Joensen 21.
5-1: Dan Mortensen 25.
6-1: Josef Bassene 35.
7-1: Bárður Dimon 61.
8-1: Tórur Mortensen 68.
9-1: Aron Sørensen 85.
10-1: Aron Sørensen 88.
15. mai
07 Vestur-EB/Streymur: Birgir Sondum kl. 15.00
Víkingur-KÍ: Johan P. Michelsen kl. 14.00
B68-TB: Bent T. Linklett kl. 15.00
NSÍ-HB: Bárður Mortensen kl. 15.00
FC Hoyvík-AB: Dia Lamhauge kl. 16.00
Støðan
TB og 07 Vestur 13
HB 12
KÍ 11
EB/Streymur 9
Víkingur 7
FC Hoyvík, AB og NSÍ 6
B68 2
TB og HB hava spælt 7 og hini 6 dystir.