Botnurin hóttir KÍ

Hóast VB í miðvikuni tapti útsetta dystin móti B36, so er tað við góðum treysti, at vágbingar nú gera seg til at taka ímóti KÍ.
KÍ er eitt av liðunum, sum er statt beint framman fyri VB, og vinna vágbingar hendan dystin, fara teir framvið klaksvíkingunum á stigatalvuni.
Hartil hava vágbingar nú aftur Milan Kuljic tøkan, eftir at hann sat leikbann av seinast.
Hjá KÍ hevur krepputosið stungið djúpt í ár, og sum skilst, so hevur talan eisini verið um beinleiðis kreppufundir. Og heldur ikki har ivast tey í týdninginum av einum sigri hesaferð.
Hjá KÍ er Jan Andreasen aftur tøkur eftir leikbann, og tí er væntandi, at hann fær sess í miðverjuni aftur. Hartil er Harley Bertholdsen nú aftur farin at venja, og so er spurningurin, hvørt hann longu nú verður mettur førir fyri at spæla dyst í Formula-deildini.