Undan 4. umfari vóru tað tvey lið, sum einki stig høvdu vunnið. Bæði hesi liðini fingu fulla úrtøku í dag.
ÍF vann á heimavølli oyggjauppgerðina ímóti B68 3-2, og í Sørvági var tað púra óvæntað, at botnliðið 07 Vestur vann trivaligan 4-2 sigur á B36, sum undan hesum umfarinum var einasta liðið, ið hevði vunnið fulla úrtøku.
Í Streymnesi vann NSÍ 4-3 á EB/Streymi. Harvið vann NSÍ fyri aðru ferð í seks dagar. Talan var um tveir trivaligar sigrar, tí teir eru vunnir á HB og EB/Streymi.
Eftir tapið í Runavík mánakvøldið kom HB við 2-1 heimasigri á Víkingi fyri seg aftur.
Verri stendur til í Klaksvík. Eftir 0-1 tap á heimavølli ímóti uppflytarunum av Argjum eru klaksvíkingar aftast, og KÍ er einasta felagið, sum eftir fýra umfør ikki hevur vunnið.
Úrslit
HB-Víkingur 2-1 (1-1)
Dómari: Lars Múller
1-0: Fróði Benjaminsen 15.
1-1: Hans Jørgen Djurhuus 30.
2-1: Milan Kulic 48.
EB/Streymur-NSÍ 3-4 (0-1)
Dómari: Páll Augustinussen
0-1: Karoly Potemkin 43.
1-1: Brian Olsen 53.
1-2: Karoly Potemkin 55.
2-2: Bárður Olsen 67.
2-3: Einar Hansen 84.
3-3: Sorin Anghel 86.
3-4: Karoly Potemkin 90.
KÍ-AB 0-1 (0-0)
Dómari: Dagfinn Olsen
0-1: Rasmus Nielsen 65.
07 Vestur-B36 4-2 (2-2)
Dómari: Ransin Djurhuus
1-0: Hans Arni Ellefsen 3.
1-1: Sam Mansom 35.
1-2: Johan Ellingsgaard 40.
2-2: Milan Pejcic 45.
3-2: Jens Erik Rasmussen 86.
4-2: Jens Erik Rasmussen br 90.
ÍF-B68 3-2 (1-1)
Dómari: Eiler Rasmussen
1-0: Høgni Zachariasen 8.
1-1: Jóan Símun Edmundsson 25.
2-1: Frank Poulsen 51.
3-1: Andy Olsen 59.
3-2: Keita 90.
Støðan
NSÍ 10 stig
HB og B36 9 stig
Víkingur 7 stig
EB/Streymur 6 stig
AB 6 stig
B68, 07 Vetur og ÍF 3 stig
KÍ 2 stig
5. umfar
ÍF-KÍ
NSÍ-B68
B36-HB
AB-07 Vestur
Víkingur-EB/Streymur