Botnurin er á útivølli

Tað er tætt millum landskappingardystirnar. Síðsta sunnudag var 6. umfar, seinnapartin í dag og í kvøld verður 7. umfar, og longu sunnudagin verður 8. umfar.

 

AB er framvegis stigaleyst og harvið aftast. Uppflytararnir í 07 Vestur og meistararnir í EB/Streymi stríðast fyri at sleppa burtur frá niðurflytingarstrikuni, sum 07 Vestur sunnudagin datt niðurum.

 

Felags fyri hesi trý liðini er, at tey í dag skulu spæla á útivølli. AB er partur av grannauppgerð í høvuðsstaðnum, har B36 er vertur í Gundadali. 07 Vestur sskal spæla í Sarpugerði,og EB/Streymur skal til Runavíkar.

 

Fyrsta bríkslið í dag verður longu klokkan 14.30 við Stórá í Trongisvági, har TB tekur ímóti ÍF.

 

Toppdysturin í kvøld verður í Klaksvík, har oddaliðið HB vitjar KÍ, sum er næstfremst.

 

7. umfar

Hósdagin 25. apríl

TB-ÍF: Lars Múller kl. 14.30

B36-AB: Alex Troleis kl. 18.00

NSÍ-EB/Streymur: Rúni Gaardbo kl. 18.00

Víkingur-07 Vestur: Ransin N. Djurhuus kl. 18.00

KÍ-HB: Dagfinn Forná kl. 18.00

 

Støðan undan 7. umfari

HB 14 stig

KÍ 12 stig

Víkingur 12 stig

ÍF10 stig

B36 9 stig

NSÍ 8 stig

TB 6 stig

EB/Streymur 5 stig

07 Vestur 5 stig

AB 0 stig